Handilstreytir og trygd

PRÍSIR

  • Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) ella í evrum (EUR) . Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
  • Um tú bíleggur Pre – order frá heimasíðuni, er minsta upphæddin pr. ordra 50,00 DKK ella 7,00 Euro. Í okkara handil er tó einki minstamark.

GJALD

Allar bíleggingar, ið vera gjørdar umvegis heimasíðuna hjá Føroya Bjór skulu gjaldast við gjaldskorti, har upplýsningarnir um gjaldskortið skulu latast tá tú bíleggur ordran frá okkum. 
Tú kanst gjalda við hesum kortum:

  • Dankort/VISA – Dankort
  • MasterCard
  • Maestro
  • VISA
  • VISA Electron
  • American Express
  • JCB

Samlaða upphæddin verður tikin av kontuni, tá tín vøra er avheinta í okkara sølubúð. Vøra , ið er bíløgd beinleiðis á okkara heimasíðu, men sum er útseld ella á annan hátt ikki er tøk, verður strikað áðrenn vit avrokna samlaðu upphæddina.

BÍLEGGING

Bíleggingar skulu verða inni minst 24 tímar áðrenn pakking. Vøran kann heintast í okkara sølubúðum, sum er ókeypis ella sendast við Posta, har kostnaðurin er grundaður á vekt. Keypir tú fyri 1500 kr. ella meira, verður vøran send tær við Posta ókeypis.

Legg til merkis, at tú mást vera 18 ár ella eldri fyri at vit kunnu útflyggja bíleggingar, ið innihalda rúsdrekka. Um neyðugt, kunnu vit krevja samleikaprógv, áðrenn vøran verður útflýggja.

VÁTTAN FYRI MÓTTØKU

Tá bílegging er gjørd fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini umvegis teldupostadressuna, ið tú hevur skrásett í sambandi við keypið.

AFTURBERING ELLA UMBÝTING AV VØRU (Reklamatión)

Um vørar ikki er sum hon skal vera, kann hon latast inn aftur ella býtast um í okkara handli. Um trupuleikar eru kanst tú venda tær til okkara umvegis telefon ella teldupost fyri at fáa hetta avgreitt: 
Telefon: +298 475454
Teldupost fb@foroyabjor.fo

TRYGD

  • Heimasíðan. Dutyfree.fo nýtir trygdarprotokollina HTTPS (Hypertext Transfer Protocol Secure). Við HTTPS er alt samskifti millum brúkaran og heimasíðuna bronglað, so óviðkomandi ikki fáa atgongd nakrar upplýsingar.
  • Nýtsla av gjaldskorti. Øll gjøld umvegis okkara heimasíðu verða framd umvegis SSL – trygdarprokollina SSL, ið tryggjar, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til nakrar upplýsingar, ið tú letur í sambandi við keypið. Les meira um gjaldskort – trygdina her.
  • Verja av persónsdáta. Føroya Bjór viðgerð og goymur øll dátu um okkara kundar í mun til gjaldandi EU – dátaverjureglar (GDPR) frá 25. mai 2018. Allir upplýsingar um brúkarar, keyp, gjald og annað á heimasíðuni, er vart frá øðrum skipanum og óviðkomandi. Les meira um GDPR her

SAMBAND

Til ber at seta seg í samband við okkum:

Føroya Bjór
Klakksvíksvegur
FO- 700 Klakksvík
Faroe Islands

Telefon: +298 475454
Teldupostur: fb@foroyabjor.fo
V-tal: 314803